2: Hví skal eg gera íløgur, Sverri?

Í løtuni fær mann í besta føri lítla ella onga rentu við at hava pengarnar standandi á eini innlánskontu. Hvussu fær mann pengarnar at vaksa? Og nær er skilagott at gera íløgur í virðisbrøv? Vertur: Birgith Lassen Luttakari: Sverri Justinussen, leiðari á Markets í Betri Banka

Om Podcasten

"Mann tosar ikki um pengar." Tað hava tey flestu av okkum nokk hoyrt. Í hesum poddinum gera vit tað allíkavæl. Pengapoddurin snýr seg um nýtslu, uppsparingar, íløgur, pensjón og alt tað, sum hevur við pengar at gera. Vertur: Birgith Lassen. Poddurin er gjørdur í samstarvi við Betri. Les meira á betri.fo/pengapoddurin.