14. Kvinnur arbeiða dupult so nógv sum menn

Í dag er altjóða kvinnudagur og í tí sambandi varpa vit ljós á alt tað ólønta arbeiðið, kvinnur gera serliga í húsarhaldinum. Umframt alt tað praktiska, at heinta børn, støvsúgva, sortera klæðir, gera mat, skifta blæur v.m., so er tað eitt umfatandi "arbeiði" aftrat, sum kvinnur í sera stóran mun taka á seg: tað mentala arbeiðið (eisini kallað tað fjalda arbeiðið). Mentala arbeiðið inniber at minnast til foreldrafundir, tannlæknatíðir, spæliavtalur, ítróttartiltøk og so framvegis. Marin Eidesgaard og Súsanna Samró eru gestir í Verkavarpinum í dag. Tær hava nevniliga skrivað høvuðsuppgávu á Setrinum um júst hetta evnið, mentalt arbeiði, og niðurstøðurnar hjá teimum eru, ikki óvæntað, at samanlagt arbeiða kvinnur meir enn dupult so nógv, sum menn, tá roknað verður uppí húsligt arbeiði og mentala arbeiðið.Góðan stríðsdag, bæði kvinnur og menn!

Om Podcasten

Poddvarp hjá Føroya Arbeiðarafelag um arbeiðslív og arbeiðstrivnað.