16. Happing á arbeiðsplássinum

ONKI UM MEG UTTAN VIÐ MEG. Hetta slagorðið verður brúkt í ymiskum høpi, eisini innanfyri organisatiónssálarfrøði tá talan er um m.a. happing. Tað, sum liggur í orðingini er, at á arbeiðsplássinum eiga vit ikki at tosa UM hvønn annan, men heldur VIÐ hvønnannan.Herfyri spurdu vit á sosialu miðlunum, hvørji evni tit, lurtarar, mettu átti at verðið tikin upp í Verkavarpinum. Sera nógv góð boð komu inn, takk fyri tað! Vit valdu tó evnið "happing á arbeiðsplássinum/happing millum vaksin" hesaferð. Í poddvarpsstudio eru komin Erling Fles, sálarfrøðingur, og Birita Fritleifsdóttir Kjærbech, nevndarlimur í Starvsfelagnum. Vit trý viðgera happing; hvat er happing, hvør loysn er uppá happing, hvussu kann man fáa hjálp, og síðst men ikki minst, hvussu fyribyrgja við happing á einum arbeiðsplássi.

Om Podcasten

Poddvarp hjá Føroya Arbeiðarafelag um arbeiðslív og arbeiðstrivnað.