17. Fyritíðarpensjón, tillagað starv og arbeiðsbúgving

Hvat gert tú, um tú brádliga - ella so líðandi - gerst heilt ella lutvíst óarbeiðsfør/ur? Almannaverkið hevur fleiri skipanir, sum kunnu hjálpa tær, um tú av eini ella aðrari orsøk gerst kropsliga ella sálarliga tarnað/ur. Millum annað arbeiðsbúgving, tilagað starv ella fyritíðarpensión.Í verkavarpið hava vit bjóðað Elina Ludvík,  leiðara í deildini fyri arbeiðsbúgving í Almannaverkinum,  og Sonju Jógvansdóttir, samskipara í Samtaki, at umrøða, hvørjir møguleikar eru fyri fólk við skerdum førleikum.

Om Podcasten

Poddvarp hjá Føroya Arbeiðarafelag um arbeiðslív og arbeiðstrivnað.